Vælkomin til tilmeldingina til Hebron leguna 2026.
Tann 20. til 22. apríl fer samkoman í Hebron á Argjum aftur á legu á Zarepta, um Gud vil.
Kunning um leguna finna tit á facebook eventinum, sum er gjørt til sjálva leguna, ið er at finna her.
Aftur í ár ætla vit, at tilmeldingin fer fram á hesari síðuni. Henda heimasíðan hevur bara við sjálva tilmeldingina at gera. Legugjaldið má flytast á kontu hjá Hebron umvegis bankan.
Prísirnir fyri leguna eru niðanfyri. Skipanin roknar sjálv tykkara gjald út, tá tit hava skrásett tykkum.
Gjaldast skal umvegis bankan. Seinasta freist at melda til og gjalda er 15. marts. Kontunummar er 9181 4381124
Vaksin, 18 ár og eldri kr. 675,-
Hjún kr. 1125,-
Børn, 2-14 ár kr. 225,-
Ung, 15-17 ár kr. 325,-
Um foreldur hava fleiri enn 3 børn, verður einans goldið fyri 3 tey elstu børnini. "Gestabørn” og ung gjalda vanligt gjald.
Um so er at tilmeldingin ikki virkar sum væntað, ert tú vælkomin at seta teg í samband við onkran í fyrireikingarbólkinum ella at senda ein teldupost til [email protected]
Vinarliga fyrireikingarbólkurin,
Vónbjørt, Djóni, Mona, Sverri, Turið, Eirikur og Elmar
Fylgjandi persónar eru hervið skrásettir:
| Navn | Tlf | Tpost | Aldur | Rolla |
|---|